Wayne Rooney gevst í United

Útlit eru fyri, at Wayne Rooney longu í næstu viku gevst í Manchester United

Mest skorandi leikarin í Manchester United nakrantíð, Wayne Rooney, hevur møguliga spælt sín seinasta dyst fyri felagið. Í øllum førum um man skal trúgva bretskum miðlum, sum í kvøld skriva at hann nærkast einum skiftið til Kina.

 

Wayne Rooney er sum skilst ónøgdur við rolluna sum hann fær frá venjaranum, José Mourinho, sum í ár av álvara hevur niðurraðfest Manchester United liðskiparan. Wayne Rooney heldur framvegis at hann hevur nógv at geva liðnum, og hann ynskir ikki at støðan sum hon er nú, skal halda fram.

 

Upphæddirnar sum leikararnir í Kina forvinna eru í dag ørandi, og úr Onglandi ljóðar at Wayne Rooney hevur eitt tilboð úr Kina liggjandi klárt, har hann kann forvinna 350 milliónir krónur um árið fyri at spæla fótbólt.

 

Keldur sum eru tætt við Rooney vísa tó aftur, at Wayne Rooney longu nú skiftir til Kina. Flytingargluggin í Kina letur aftur longu komandi týskvøld. Keldurnar sum eru tætt við Wayne Rooney siga, at tað er meira nærliggjandi at Wayne Rooney fer at spæla við einum liðið í MLS, sum er besta deildin í USA, ella at hann fer at skifta aftur til barndómsfelagið, Everton.

 

Tað tykist tó púra víst, at um Wayne Rooney ikki fær meira spælitíð á liðnum hjá Manchester United í nærmastu framtíð, fer hann at skifta úr felagnum í summar.