Hann hevur skotið flest mál á enska landsliðnum, og í søguni hjá Premier League hevur hann skotið næstflest mál, og í dag fyllir hann 30 ár.
Wayne Rooney varð ikki fyltur 17 ár, tá hann fekk sítt gjøgnumbrot í Everton, har hann spældi tvey kappingarár, áðrenn hann fekk sáttmála við Manchester United. Í Everton skeyt hann 15 mál í 67 dystum, og higartil hevur hann skotið 172 mál í 348 dystum fyri Manchester United. Fyri enska landsliðið hevur hann skotið 50 mál í 107 landsdystum.
Tó eru tað fleiri og fleiri, sum halda, at hann ikki leverar fyri Manchester United í mun til evnini og lønarposan, og í mun til tað, sum hann leveraði fyrr í hesari øldini. M.a. hevur United-legendan, Paul Scholes havt rættiliga hvassaorðaðan kritikk av Wayne Rooney, og tí væntandi málskjótingini fyri Manchester United seinnu árini.
Alan Shearer er søguligur í málskjútti í Premier League við 260 málum, so enn hevur Wayne Rooney við sínum 187 málum, fitt av málum at skjóta, áðrenn hann kann gerast søguligur toppskjútti í Premier League.
Mongu viðhaldsfólkini hjá Manchester United vóna, at Wayne Rooney kann vísa sínar fremstu dygdir aftur, tá United tekur ímóti Manchester City í morgin klokkan 14.
Við Manchester United hevur Rooney higartil vunnið fimm meistarheiti, Liga Cup tvær ferðir, og Champions League á einum sinni.










