Sjálvt um enski framherjin fyuri stuttum skrivaði undir ein nýggjan fimm ára sáttmála við Manchester United, so ganga søgur framvegis um, at Wayne Rooney verður seldur til komandi kappingarár.
Talan er bæði um Manchester City og Real Madrid, sum skulu verða til reiðar at rinda nógvan pening, fyri at fáa undirskriftina hjá Wayne Rooney.
Wayne Rooney sjálvur avvísir, at hann skal seljast. - Eg havi hoyrt millum manna, at eg skrivaði undir ein nýggjan sáttmála fyri, at felagið kundi selja meg fyri ein hægri prís til komandi kappingarár. Men tað er nakað tvætl. Eg havi skrivað undir ein fimm ára sáttmála, tí eg ætli mær at verða verandi. Mín framtíð er her í Manchester United, staðfesti Rooney í einari samrøðu við sjónvarpsrásina hjá Manchester United, MUTV.
Wayne Rooney vónar, at hann kann gerast ein fyrimynd hjá teimum yngru spælarunum á Old Trafford í framtíðini. - Eg ynski at verða her á Old Trafford, fyri at hjálpa teimum yngru spælarunum á sama hátt, sum Ryan Giggs, Paul Scholes og Gary Neville hjálptu mær. Eg vil verða her, fyri at felagið kann hava framgongd. Tað er málið hjá mær í Manchester United, staðfestir Wayne Rooney.
Rooney var óttafullur fyri móttøkuni, tá hann kom inn ímóti Wigan farna vikuskiftið, men hann kendi á sær, at móttøkan var rættiliga góð.