Wayne Rooney bannaði – og hvat so?

Eina løtu er hann frelsarin og øll elska hann, men løtu seinni er hann maðurin, ið øll elska at hata. Wayne Rooney skoraði leygardagin reitt hattrick upp á eitt gott korter, men alíkavæl er skrivingin um Manchester United framherjan ikki pen í dag. Hann var nemmiliga so frekur at banna eftir triðja málið

Tú mást hvørki renna út til tíni egnu viðhaldsfólk ella viðhaldsfólkini hjá mótstøðuliðnum at fegnast, tú mást ikki taka troyggjuna av í gleði og í somu løtu bólturin brestur í netið, so kemur dómarin rennandi fyri at fortelja tær, at tú skalt skunda tær upp á pláss so dysturin kann byrja aftur. Og hvat annað? Áh ja, tað er heldur ikki lov at siga nakað ljótt, tí so fært tú leikbann! Nei, tað er eftir hondini ikki lætt at vita hvat tú kanst loyva tær at gera tá tú hevur skorað.

Gullfiskurin Wayne Rooney
Fimm dagar undan sínum 17-ára føð­ingardegi skoraði Wayne Rooney, við frálíkum skoti, avgerandi málið fyri Everton móti verandi meist­arunum, Arsenal, sum ikki høvdu tapt í 30 dystum.
-- Minst til navið Wayne Rooney, skrálar frásøgumaðurin.
Síðani 19. oktobur 2002 hevur Wayne Rooney liva sum ein gull­fiskur í eini stórari klárari skál. Alt sum hann ger og sigur verður endavent í fjølmiðlinum. Everton megnaði ikki at halda upp á stjørnu­skotið, sum í 2004 verður selt til Manchester United. Tað kom illa við hjá Everton viðhaldsfólkunum, sum enn tað dag í dag ikki hava fyrigivið Wayne Rooney.
Ágangurin mótvegis Wayne Rooney var so harður fyrr í ár, at Sir Alex Ferguson valdi ikki at hava Wayne Rooney í hópinum, tá Man­chester United vitjaði á Goodison Park. Hetta var sutt eftir, at ein ung dama hevði fortalt fjølmiðlinum um hennara nætur við 25-ára gamla framherjanum. Hóast Wayne Rooney ikki var við tann dystin, so hoyrd­ist mangt róp mótvegis fyrr­verandi Everton leikarunum tann dagin.

Tjóðarhetja
sum 18-ára gamal
Sum 18-ára gamal gjørdist Wayne Rooney ensk tjóðarhetja, tá hann í EM endaspælinum í 2004 var besti enski landsliðsleikarin. Síðani tá hava øll eygu verið vent móti unga manninum hvørja ferð Onglandi spælur illa. Og tað er heldur ikki so sjálvdan, tá hugsa verður um, at ensku viðhaldsfólkini og ensku miðlarnir halda, at Ongland skal vinna hvørt EM og HM endaspæl.
Í HM endaspælinum í summar í Suðurafrika kókaði Wayne Rooney so yvir. Eftir málleysan javnleik móti Algeria sigur Wayne Rooney nøkur minni pen orð um ensku viðhaldsfólkini, ið vísa sína ónøgd við avrikið. Fjølmiðlarnir vóru skjót­ir at varpa ljós á unga harran og orð hansara.
Hetta kappingarárið hevur ikki eydnast eins væl og tað undanfarna. Í oktobur í ár boðaði Sir Alex Ferguson frá á tíðindafundi, at Wayne Rooney ynskti at skifta felag. Viku seinni skrivaði Wayne Rooney undir nýggjan sáttmála, sum fleiri mettu tryggjaði 25-ára gamla scousarinum góðar tvær millión­ur krónur um vikuna. Tað er ikki fallið í góða jørð í ensku miðlinum og hvørjaferð Wayne Rooney ger okkurt, so eru miðlarnir skjótir at gera vart við høgu lønina hjá hon­um, ið mun til vanliga fólki.

Upton Park 2011
Leygardagin var Manchester United so á vitjan hjá West Ham, hvørs eig­arar eru tveir porno gubbar, ið hava vunnið sær pening av selja bløð av hálvnaknum konufólki. Gjøgnum allan dystin verður ýlt eftir Wayne Rooney. Hvørja ferð hann nemur bóltin gera West Ham viðhaldsfólkini vart við sína hugs­an um Wayne Rooney. Tað var eisini undan somu uppgerð í 1998, at ein dukka, ið skuldi fyristilla at verða David Beckham, var hongd á ein lyktapela, fyri at vísa sína ónøgd við reyða kortið hjá David Beckham móti Argentina í HM endaspælinum í Fraklandi í 1998.
Tað gongur heldur ikki ser­liga væl hjá Wayne Rooney og Man­chester United. 25 minuttir fyri tíð, við støðuni 2-0 til West Ham, fær Manchester United fríspark. Wayne Rooney og Ryan Giggs standa hjá bóltinum tá dómarin bríkslar. Wayne Rooney sendir eitt banan-skot, sum Kalle Mohr hevði kallað tað, út um manngarðin hjá West Ham og í mál.
Løtu seinni er Wayne Rooney aftur upp á spæl. Við góðum bólt­førleika kemur hann í góða støðu í brotsteiginum og javnar fyri Man­chester United. Tað gongur aftur bara ein lítil løta, so er brotsspark til Manchester United. West Ham leikarnir eru í øðini og umringa dómaran. Wayne Rooney verður settur at skjóta og hann er tryggur úr 11 metrum.
3-2 til Manchester United og Wayne Rooney hevur prógva sítt viðrið. Hann hevur vunnið á West Ham viðhaldsfólkunum, ið rópt eftir honum allan dystin og hann hevur sett allar kritikkarnar upp á pláss. Í sekundinum eftir málið fær hann sent eitt sjóvnarpsupptøkutól í andlitið. Maðurin, sum ikki kann venda sær fyri fjølmiðlum ella kritikki, hevur vunnið einasta dyst­in, sum hann kann vinna í løtuni. Nemmiliga tann á vøllinum. Í sigurs­rúsinum bannar hann beint í upp­tøkutólið, ið er slongt í høvdið á honum.
Og við eitt fór frálíka hattrickið, ið helst tryggjar Manchester United meistaraheitið, á síðu tvey, meðan forsíðan verður ruddað, tí Wayne Rooney hevur banna!

Wayne Rooney,
fyrimyndin hjá børnunum
Stutt eftir dystin sendir Wayne Rooney út tíðindaskriv, har hann sigur orsaka fyri hendingina. Hann er serliga keddur av at børn, ið sita við hús hava hoyrt hann banna. Enska fótbóltssambandið avgerð í dag, um Wayne Rooney skal leik­bannast fyri hendingina. Hetta er sama fótbóltssambandið, sum metir at porno gubbarnir, David Gold og David Sullivan eru »Fit and Proper« at reka eitt fótbóltsfelag í bestu ensku deildini. Um enska fót­bóltssambandið er so áhuga í at hava eitt reint image, so kundu teir byrja við sær sjálvum.
Eisini kundu familjupáparnir, ið hava fingið so ilt í reyvina av Wayne Rooney, latið vera við at keypt eitt nú pornobløð og heldur brúkt tíð saman við sínum børn og lært tað hvat er rætt og skeivt enn bara at geva Wayne Rooney skyldina fyri allan ringan atburð á og uttanfyri vøllin.

Wayne Rooney skal ikki banna
Tað, sum Wayne Rooney gjørdi leygar­dagin var ikki rætt, men ongin er deyður av tí hann hevur gjørt. Faktist so kom ongin til skaða! Tað ber ikki til revsa Wayne Rooney harð­ari enn nakran annan leikara, bara tí hann er Wayne Rooney.
Wayne Rooney er ein endur­spegling av samfelagnum í dag. Tað er lov at banna í sjónvarpinum og í út­varpinum. Hvørtfall um tú ert action sjónvarpshetja ella tón­leikari. Børn eru ikki býtt og tápuligu sensur hátturin hjá miðlinum, við at leggja upp til orðið, men ikki senda sjávt orðið hjápur so slett einki.
Tónleikarar og onnur kend fólk tosa javnan um teirra nýtlsu av rúsdrekka og rúsevnum. Fjøl­miðl­arnir senda gleðiliga alt tað sum eitt nú Charlie Sheen hevur at siga fyri tíðina og filmarnir, ið sjónvarpið vísur eru nógv verri enn tað, ið Wayne Rooney nakrantíð hevur sagt ella gjørt á einum fót­bólts­vølli.

Tí er Premier League væl umtókt
Tað er ein orsøk til, at Premier League kappingin er so væl umtókt kring allan heimin. Tað er tí tað eru rættir menn, sum spæla fótbólt. Leikarar liggja ikki og gremja seg um hvørja takling, tað er nógv ferð á og kenslurnar hanga uttan á. Og so leingi annar hvør leikari gongur og bannar so skal Wayne Rooney eisini sleppa at banna – eisini tá hann fær slongt eitt sjónvarpsupptøku tól í gronina!