Sea Shepherd leiðarin Paul Watson heitir á síni viðhaldsfólk um at taka stig til boykott ímóti føroyskum fiskavørum.
– Er ein handil ella ein matstova í tínum grannalagi, sum selir føroyskan laks, sannfør tey so um, at tey eru samsek í grindadrápi, um tey halda fram at selja hesa vørur, skrivar Paul Watson á facebook.
Paul Watson sigur, at øll tey, sum fáa í lag okkurt boykott av føroyskum fiskavørum, skulu fáa eitt heiðursskjal sendandi frá honum.
Sea Shepherd hevur aftur í summar fólk í Føroyum, sum fylgja við grindadrápi og senda myndir og video frá drápunum til miðlar kring heimin at brúka. Paul Watson luttekur í herferðini umvegis fráboðanir á facebook, og hann mælir nú javnan til boykott av føroyskum fiskavørum – serliga alilaksi.