Í allan dag hava Paul Watson og hansara fólk ført kunningarkríggj um grindadrápið á Facebook og í øðrum miðlum.
Watson fylgir væl við hendingunum í Føroyum, og hann roynir umvegis sín Facebook vanga at geva sína versjón av tí, sum hendir.
Fyri løtu síðani vaknaði Paul Watson við kaldan dreym, tá ið hann frætti um enn eini grindaboð í Føroyum – hesaferð í Nólsoyarfirði – og hann er lopin til knappaborðið at føra sína PR-herferð ímóti grindadrápinum í tryggum avstandi frá øllum hendingunum í Føroyum.
Watson boðar á sínum Facebook vanga frá, at enn eitt grindadráp er ávegis í Føroyum, og at hann bíðar eftir meira kunning frá sínum fólki.
Meðan Watson løðir, gera fólk úr øllum heiminum viðmerkingar til hansara dagføringar, og tey eru ikki mjúk við føroyingar.










