John Johannessen
? Fyrsta stigið av Grind Stop 2000 eydnaðist avbera væl. Vit sigldu inn í Føroyskt sjóøki og gjørdu greitt, hvat vit vildu. Vit fingu góða umrøðu frá føroysku, donsku og hálendsku miðlunum.
Hetta sigur Paul Watson millum annað í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Sea Shepherd, har hann tekur samanum vitjanina í Føroyum.
Paul Watson sigur eisini, at tað eydnaðist væl at fáa sjónarmiðið fram, um kyksilvurvandan hjá børnum, ið eta tvøst.
? Meðan vit vóru í Føroyum almannakunngjørdu føroysku myndugleikarnir eina almenna ávaring um vandan við kyksilvuri í tvøsti, sigur Paul Watson. Í hesum sambandi sipar hann til kyksilvurkanningina hjá Pál Veihe.
Watson vísir eisini á, at tað eydnaðist at gera føroyingar varugar við, at eitt virkið handilsbann móti føroyskum vørum er á veg.
Oman á alt sigur skiparin á Ocean Warrior, at skipið ótarnað sigldi inn og út úr føroyskum sjóøki, hóast føroysku myndugleikarnir royndu at forða teimum. Í hesum sambandi vísir Watson eisini á, at hann eisini fekk gleðina av at jagstra eitt danskt herskip gjøgnum føroyskan sjógv.
? Sum ein herferð fyri at fáa fólk at rakna við, eydnaðist hendan ferðin væl, sigur Watson. Hann vísir tó á, at eingir hvalir vórðu sæddir ella dripnir, meðan hann var í Føroyum. Tí fekk felagsskapurin ikki møguleika fyri beinleiðis at forða fyri nøkrum grindadrápi.
Paul Watson sigur, at hann royndi útgerðina, hann hevur at lurta eftir hvalum við, meðan hann var í Føroyum. Hendan útgerðin virkaði sambært Paul Watson væl, hóast hann ongan hval hoyrdi, meðan hann var her.
Í hesum sambandi sigur Watson seg stúra eitt sindur, tí hóast føroyingar siga, at tað eru 700.000 hvalir til, siga teir seg ikki hava sæð nakran hval síðani september, hóast tað er ógvuliga vanligat at síggja hval í juni og juli.
Paul Watson sigur at enda í tíðindaskrivinum, at manning hansara gleðir seg til at koma aftur til Føroya, og at fleiri av manningini hava sagt sær, at tey eru fús at vága bæði lív og frælsi fyri at steðga grindadrápinum.hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.
Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.
Hvat fer at henda?
Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?
Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.
Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.
T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.
Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.
Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.
Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.
Pensjónsskipanir
Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.
Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.
Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.
Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.
V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.
Framhald
Jóannes Eidesgaard










