Ein dómstólur í amerikanska býnum Los Angeles hevur gjørt av, at skipini hjá felagsskapinum Sea Shepherd og oddamaðurin Paul Watson skulu halda seg minst 450 metrar frá teimum japonsku hvalabátunum, sum veiða hval í Suðuríshavinum. Skipini skulu halda somu frástøðu frá japonskum hvalarannsóknarskipum, sum eru á somu leið.
Á japanska hvalarannsóknarstovninum eru tey fegin um avgerðina hjá dómstólinum, og tey siga, at veiðimenninir umborð á skipunum eru eisini sera væl nøgdir.
-Sea Shepherd fremur herverk og ágang, so tey, sum eru umborð á hvalabátunum, koma í vanda, sigur Shigehito Numata, sum er embætismaður á rannsóknarstovninum.
Tey seinastu árini hava Sea Shepherd og aðrir felagsskapir hert tiltøkini ímóti teirri japonsku hvalaveiðini. Í fjør noyddust japanar at gevast, stut eftir at teir vóru byrjaðir.