Watson sendir skip til Íslands

Skipið Brigitte Bardot er á veg til Íslands at mótmæla hvalaveiði har

Felagsskapurin Sea Shepherd, sum hevur verið høvuðsmótstandari av føroyska grindadrápinum, hevur seinastu árini eisini vent eyguni í móti íslendskari grindaveiði.

Sea Shepherd hevur á ymiskan hátt gjørt vart við síni sjónarmið um íslendska hvalaveiði, og nú er greitt, at íslendingar fáa vitjan av Sea Shepherd skipi um stutta tíð.

Fyrradagin var Brigitte Bardot inni í St. John’s í Kanada, og haðani setti skipið kós í móti Íslandi, har tað skal virka í móti hvalaveiði.

Brigitte Bardot er tríkilja, sum áður hevur verið partur av átaki hjá Sea Shepherd í Føroyum. Brigitte Bardot kann siga 27 míl, men vanlig siglingarferð er 22 míl. Skipið er uppkallað eftir fronsku sjónleikarinduni Brigitte Bardot, sum nú er 84 ára gomul og áður hevur verið virkin í umhvørvisátøkum – eitt nú í móti kópaveiði.