Watson sá ikki spikbitan

Líkt er til, at herferðin hjá Sea Shepherd er av á hesum sinni. Hóast nógv stóð uppá spæl, eftir hansara tykki, gav hann sær kortini tíð til at vitja í Barmi, á eystursíðuni á Borðoynni.

Eysturi í Barmi hava menn tvey hús, ið verða nýtt í sambandi við seyðahald og rakstur.

Lætt er at koma higar, tí tað tekur minni enn tveir tímar at ganga. Er veðrið til vildar, ber til at síggja heilt til Suðuroyar.

Tað er helst henda vakra sjónin, sum fekk sjálvan Paul Watson at vitja hetta staðið. Søgan sigur tó einki um, hvussu hann koma higar - annaðhvørt tað var til gongu ella við tyrlu.

Men at hann hevur verið her, hevur hann so sanniliga skjalprógvað fyri eftirtíðini.

Í Barmi hava menn eina gestabók, og her skrivaði Watson eina heilsan, meðan teir bíðaðu eftir tyrlu teirra. Hann skrivar, at teir hava slappað av eina løtu her á hesum vakra staðnum, samstundis sum teir tóku frí frá upptøkunum av sendingunum til sjónvarp.


Spikbiti

Óvist er, nær Watson hevur verið her. Ein maður var í húsinum 17. august, og tá stóð einki í gestabókini.

Mett verður tó, at Paul Watson hevur verið eysturi í Barmi stutt eftir henda dag, helst í sambandi við sjómannadagin í Klaksvík.

Ein teirra, sum mangan hevur verið á hesum staði, er Victor á Lakjuni úr Klaksvík. Herfyri vóru hann og 95 ára gamli Jógvan Gerðalíð ein túr í Barminum.

- Vit kókaðu okkum ræstan fisk til døgurða, og høvdu sjálvandi spik afturvið. Vit ótu kortini ikki alt spikið, og tí goymdu vit ein spikbita úti í gongini.

- Hevði Watson hugt seg væl um, hevði hann helst sæð henda spikbitan, ið lá har. Og so kundi hann kanska fingið eina søgu burtur úr tí. Men eg havi so einki hoyrt um tað, sigur Victor brosandi um hetta lagnunnar speisemi.