Watson roynir at sleppa undan ákærum

Paul Watson roknar ikki við at yvirliva, um hann verður útflýggjaður til stjórnina á Costa Rica

Í 2002 gjørdi Sea Shepherd eitt átak í Guetamala, har Paul Watson og hansara fólk roynd at steðga fiskibátum úr Costa Rica at veiða háv. Hetta fekk stjórnina í Costa Rica at reisa ákærur ímóti Paul Watson og stjórnin hevur kravt at fingið Watson útflýggjan til rættarsókn.

Hetta hevur havt við sær, at Paul Watson hevur ikki kunnað ferðast um lond, sum hon lystir, tí hann óttast, at okkurt land fer at handtaka hann og senda hann til Costa Rica. Watson hevur hildið nógv til í Fraklandi seinastu árini, har hann frítt kann ferðast og føra síni sjónarmið fram.

Men nú roynir Paul Watson at sleppa undan ákærunum á Costa Rica. Hann hevur sett í gongd eina innsavnin av undirskriftum á eina áheitan til stjórnina á Costa Rica um at sleppa ákærunum ímóti honum. Watson stílar eftir, at 80.000 fólk skriva undir áheitanina.

- Hetta er ein politisk ákæra ímóti mær. Eingin fekk skaða av okkara átaki í Guatemala, ongar ognir vórðu oyðilagdar, og einki varð tikið, sigur Paul Watson.

Hann stúrir fyri, at verður hann sendur til Costa Rica, yvirlivir hann ikki.


- Teir, sum veiða háv, hava sett ein prís á mítt høvd, og verði eg sendur til Costa Rica, komi eg ikki aftur á lívi, sigur Paul Watson.