Oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, er ovurfegin um, at japanar hava gjørt av at gevast við hvalaveiðini við Antarktis á hesum sinni, tí hvalaskipini fáa ikki frið fyri Sea Shepherd. Samstundis ávarar hann japanar og sigur, at fara teir aftur at veiða hval har, fer Sea Shepherd ar gera alt fyri at steðga teimum eina ferð afturat.
-Vit verða verandi her á leiðini og elta tey japonsku hvalaskipini, til tey eru uttan fyri veiðileiðina. Eg havi ikki álit á teimum, men taki kortini orð teirra fyri fult. Kortini helma vit ikki í, fyrr enn teir eru farnir á veiðileiðunum, sigur Paul Watson við fronsku tíðindastovuna AFP.
Japanska stjórnin kunngjørdu fyrradagin, at hon hevði givið skipunum boð um at steðga hvalaveiðini á hesum sinni orsakað av áganginum frá Sea Shepherd. Stjórnin segði tó, at seinni í ár fer hon at taka støðu til, um veiðan skal takast uppaftur.