Watson ónøgdur við føroyskar fjølmiðlar

- Føroysku fjølmiðlarnir spreiða propaganda, sigur Paul Watson.

Leiðarin fyri Sea Shepherd, Paul Watson, hevur ikki spart uppá krútið hesa vikuna. Meðan sjey av limunum í hansara Sea Shepherd felagsskapi eru handtikin í Føroyum, situr hann langt av landi skotin og varpar síni sjónarmið til fjepparar um allan heim.


Serliga er tað føroyingar, danska stjórnin og danska sjóverjan, ið hava staðið fyri skotum hjá Watson hesar dagar, men í gjár fann hann sær eisini rúm til, at finnast at føroysku bløðunum.


- Føroysku fjølmiðlarnir spreiða propaganda, millum annað ein láturverda søgu um, at Brigitte Bardot rak hvalirnar móti sandinum.


Søgan, ið Watson sipar til, er frá satirusíðuni Infoportalurin á Facebook, ið skrivar, at tað var Brigitte Bardot, ið fann grindina vestanfyri Mykines í gjár. Talan er tó um eina skemtisøgu.


Watson finst eisini at eini aðrari søgu, har ymiskir føroyskir fjølmiðlar vístu á, at Sam Simon var í Hetlandi í gjár.


- Ein onnur láturlig søga er, at Adan Meyerson, skipari, eru rýmdur av landinum, so hann ikki kann møta í rættinum í dag. Hann er ikki skuldsettur fyri nakað brotsverk, og skuldi ikki møta í rættinum. Hann tók Sam Simon við sær til Hetland at keypa olju til teir lítlu bátarnar, tí Sea Shepherd sleppur ikki at keypa olju í Føroyum. Hann vendir aftur til Føroyar, tá oljan er fingin til vega.