Watson offur fyri samansvørjing

Sea Shepherd-stovnarin Paul Watson sigur, at Japan, Týskland og Costa Rica hava tikið seg saman ímóti honum orsakað av hansara bardaga ímóti hvalaveiði.

-Eg eri offur fyri einari samansvørjing, sigur hann.

Watson, sum flýddi úr húsavarðhaldi í Týsklandi í síðstu viku, er skuldsettur fyri ágang ímóti veiðimonnum í Costa Rica fyri tíggju árum síðani, og japanar vilja fegnir hava fatur á honum í sambandi við átøkini hjá Sea Shepherd ímóti japonskum hvalaskipum í Suðuríshavinum.

Paul Watson er sera misnøgdur við myndugleikarnar í Týsklandi. Hann sigur, at japanar høvdu biðið um at fáa hann útflýggjaðan úr Týsklandi, og at hann hevði endað í Japan, um hann ikki flýddi úr húsavarðhaldinum.