Watson ligið longri enn ætlað

Tá vit tosaðu við havnaskrivstovuna í Lervick fyrrapartin í gjár, lá Ocean Warrior framvegis við bryggju

Ocean Warrior kemur eftir øllum at døma aftur til Føroya sunnudagin ella fyrst í komandi viku. Havnaskrivstovan í Lervick segði klokkan ellivu í gjár, at Ocean Warrior framvegis lá við bryggju.

? Paul Watson fráboðaði okkum hósdagin, at skip hansara Ocean Warrior í fyrsta lagi ætlaði sær avstað út á seinnapartin fríggjadagin. Kanska bleiv tað ikki fyrr enn leygardagin.

Kortini vistu tey á havnaskrivstovuni einki um, hvar Ocean Warrior ætlaði sær. Men vit kunnu ganga út frá, at hann aftur kemur hendavegin, tí tað hevur hann sagt.

Og neyvan gevst Paul Watson fyrr enn hann hevur fingið sín vilja. Spurningurin er so bara, um føroyska løgreglan hevur sama tol.