Watson klandrast við føroyskar unglingar

- Eg hopi, tú gert sjálvmorð, skal føroyskur tannáringur hava skrivað til Watson

Leiðarin av felagsskapinum Sea Shepherd, Paul Watson, greiðir á Facebook-vanga sínum frá, hvussu hann upplivir samskifti við fólk á sosiala miðlunum. Hann sigur, at hann hvønn dag fær útspillingar og deyðshóttanir umvegis Facebook.

Paul Watson sigur, at hann sjáldan svarar fólki, sum senda honum slík boð, men hann blokkar tey, og í løtuni hevur hann fleiri enn 7000 fólk á sínum blokeringslista.

Watson greiðir frá, at hann fær nógv boð úr Føroyum, og serliga er tað frá føroyskum tannáringum, sum finnast at honum og hansara virksemi. Watson endurgevur nøkur dømi um samskifti við føroyskar unglingar.

Sambært Watson skal eitt nú hetta samskiftið hava verið í juli mánaði:

Føroyskur unglingi: Hví gert tú ikki sjálvmorð?
Watson: Tað er eingin framtíð í tí.
Føroyskur unglingi: Tú burdi gjørt sjálvmorð.
Watson: Kanska kundi tú víst mær, hvussu tað verður gjørt.
Føroyskur unglingi: Um eg var tú, hevði eg gjørt sjálvmorð
Watson: Tíbetur fyri meg og fyri teg ert tú ikki eg.
Føroyskur unglingi: Wtf? Hvat merkir tað?


Paul Watson tykist skemta sær við keglinum, ið hann hevur við føroyskar unglingar og heldur fyri, at orsøkin til, at hann fær so nógv boð úr Føroyum, má vera, at tað eru nógvir heilar í Føroyum, sum eru skaddir av kyksilvuri og hava ov lítið at takast við.