Watson í øðini inn á íslendingar

Paul Watson vil hava umheimin at venda sær frá øllum, sum er íslendskt, tí íslendingar eru farnir at skjóta sildreka Formaðurin í umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd, Paul Watson, er í øðini um, at íslendsku hvalabátarnir hava fingið loyvi at skjóta nakrar sildrekar til vinnuligt endamál.

-Umheimurin eigur at venda øllum íslendskum vørum og tænastum bakið, og fólk eiga ikki at fara til Íslands at ferðast, sigur Paul Watson á heimasíðuni hjá Sea Shepherd.

Íslendski hvalabáturin Njørður fekk tann fyrsta sildrekan í gjár, og teir siga, at tað er nógvur hvalur at síggja.

Paul Watson er ikki tann einasti, sum er ímóti íslendsku hvalaveiðini. Íslendska ferðavinnan hevur eisini mótmæl avgerðini.