Watson hevur ilt við at telja

Vóru 500 ella 3.000 fólk til mótmælisgongu móti grindadrápinum í París í gjár?

Í gjár vóru mótmælisgongur hildnar móti grindadrápi ymsa staðni í heiminum. Tað vil siga, ætlanin var at hava mótmælisgongur um allan heimin, men óvist er, hvussu nógvar í veruleikanum vóru hildnar. Tað vóru tó hildnar mótmælisgongur í París, Marseille og Strasbourg.

 

Í París luttóku bæði Paul Watson og Lamya Essemlalli, sum var í Føroyum í fjør. Tó er nakað av óvissu knýtt at hesi mótmælisgonguni eisini. Tað er als ikki ókent, at fólk keglast um, hvussu nógv veruliga mundu vera til eitt stórt tiltak, so sum eina mótmælisgongu, tað kenna vit eisini til her í Føroyum. Tað er tó heldur sermerkt, tá fólk á somu síðu í kjakinum upplýsa heilt ymisk tøl.

 

Meðan Facebookvangin fyri átakið hjá Sea Shepherd í Føroyum í ár vísir til eina grein hjá australska blaðnum Herald Sun, sum sigur, at 500 fólk luttóku í mótmælisgonguni, skrivar leiðarin sjálvur, Paul Watson, at 3.000 fólk luttóku í mótmælisgonguni.

 

Mótmælisgongan var partur av #standup250, sum er eitt átak hjá Sea Shepherd, sum skal minnast teir stívliga 250 hvalirnir, ið lótu lív í grindunum í Bø og í Tórshavn. Mótmælisgongur vóru eisini í Strasbourg og Marseille.

 

Í mótmælisgonguni bóru limir hjá Sea Shepherd krossar, til minnis um grindahvalirnar. Krossarnir vóru smurdir við reyðari máling, ið skuldi líkna blóðið. Eisini var tøgn hildin í tríggjar minuttir, meðan tað, sum sambært Sea Shepherd var ljóðið av doyggjandi grindahvalum, varð spælt í hátalarunum.