Fyri akkurát 25 árum síðan var eisini eitt umhvørvisskip í Føroyum fyri at steðga grindadrápi. Talan var um Sea Shephard við Paul Watson sum skipara.
Tit sleppa ikki at drepa ein grindahval afturat. Verða vit handtiknir, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar. Tá fara vit av álvara at boykotta føroyskar og seinni danskar vørur, sigur Paul Watson skipari á umhvørvisskipinum Sea Shephard við Sosialin týsdagin 20. august í 1985.
Leygardagin kom kanadiska umhvørvisskipið She Shephard til Føroya og hevur ligið fyri akker á Nólsoyarfirði. Í samrøðu við Sosialin greiðir Paul Watson frá, at endamálið við hesi heldur sjaldsomu vitjanini í Føroyum er stutt og greitt at steðga grindadrápi.
Sjálvur eigur Paul Watson skipið, sum er ein gamal trolari. Skipið hevur verið í nógvum høvum kring um í heiminum fyri at steðga hvala- og kópaveiðu.
Uppá fyrispurning um hví teir eru farnir í hernað ímóti grindadrápi, sigur Paul Watson, at teir seinastu trý árini hava fingið nógvar klagur frá fólki, sum harmast um og eru ímóti grindadrápinum í Føroyum.
Kelda: Tíðindablaðið Sosialurin 20. august 1985.