Watson gevur donsku sjóverjuni skyldina

At yvirtala føroyingar at steðga grindadrápi, er helst ómøguligt. Tað er, sum at royna at umvenda ein hópdrápsmann, skrivar Paul Watson í dag.

- 142 grindahvalir vórðu í gjárkvøldið slaktaðir á sandinum í Tórshavn, høvuðsstaðnum í Føroyum. 1.100 fólk og yvir hundrað bátar vórðu stuðlaðir av tveimum herskipum hjá danska flotanum, Triton og Knut Rasmussen.


Soleiðis byrjar Paul Watson eitt skriv á sínari Facebook vangamynd, har hann finst harðliga at leiklutinum hjá donsku sjóverjuni í føroyska grindadrápinum.


Tað er tó einki nýtt, at Paul Watson finst at donsku sjóverjuni. Tað tykist at vera ein tilætlað strategi hjá Sea Shepherd leiðaranum at brúka hvørt høvi, ið býðst, at tengja donsku sjóverjuna saman við føroyska grindadrápið, og á tann hátt at leggja trýst á donsku stjórnina.


Skrivið í dag er tó serliga hvast, men havast skal eisini í huga, at umleið 200 grindahvalir vórðu dripnir í Føroyum í gjár. Hetta meðan Sea Shepherd, ið hevur lovað sínum fylgjarum, at tey skulu steðga grindadrápinum, vóru til staðar. At 200 hvalir so doyggja, hóast tey eru til staðar, krevur ein forkláring frá leiðaranum.


Tann forkláringin er, sambært Paul Watson, danska sjóverjan.


- Í 2011 var ikki ein tann einasta grindahvalurin dripin, meðan Sea Shepherd helt vakt í føroyskum sjóøki. Ì 2013, tá Sea Shepherd ikki var har, vórðu meira enn 1300 hvalir dripnir. Í fjør, 2014, tá Sea Shepherd vendi aftur til Føroyar, var talið 33.


- Hvat er broytt í ár? Hví doyggja so nógvir hvalir í summar?


- Svarið er danska sjóverjan. Hóast grindadráp er ólógligt sambært ES reglum, so stuðlar danska stjórnin drápsmonnunum. Sea Shepherd, ein felagsskapur við ongum tilknýti til nakra stjórn, ið virkar við friðarligari uppíblanding, er ógvuliga illa statt mótvegis tveimum donskum herskipum, teirra tyrlum og teirra lítla flota av servandum hermonnum í skjóttgangandi bátum, umframt bátarnar og løgreglufólkini hjá føroysk løgregluni, skrivar Paul Watson.

Víðari í skrivinum leggur Watson dent á, at tað er neyðugt at leggja trýst á donsk stjórnina, tí tað nyttar ikki at tosa við føroyingar. 


- At yvirtala føroyingar at steðga grindadrápi, er helst ómøguligt. Tað er, sum at royna at umvenda ein hópdrápsmann. Psykopátar angra ikki, hava onga samvitsku og skilja ikki millum rætt og skeivt.


- Vit mugu miðsavna okkum um tey, ið loyva hesari avskeplan. Tað merkir, at vit mugu miðsavna okkum um tí tjóð, ið veitir hernaðarskip og peningaligan og politiskan stuðul til hesar ræðuleikar.


- Danmark og tað danska fólkið hava samtykt hetta ræðuliga og andstyggiliga slátrið, og óansæð hvussu nógv tey halda uppá, at tey fáa einki gjørt, at tað er ábyrgdin hjá føroyingum, so er tað ein sannroynd, at millum teirra, ið royna at bjarga grindahvalunum og delfinunum, og blóðið, ið verður spilt á sandinum, liggja Knut Rassmussen og fregattin Triton, bæði eitt tekin uppá danskt vald, danskari uppílegging og at danir eru samsekir.