– Hvala- og delfindrápsmenn eru á veg til norðuramerika.
Soleiðis innleiðir Paul Watson, leiðari fyri felagsskapin Sea Shepherd, eina hvassorðaða ávaring í móti føroyska rockbólkinum Týr, sum í næstum skal á konsertferð í USA og Kanada.
Paul Watson mælir fólki til at boykotta konsertirnar við Týr og sigur, at fólk heldur skulu fara til konsertstøðini at mótmæla grindadrápi.
– Týr er ein skomm fyri rocktónleikin. Teir skriva sangir, sum lovprísa dráp av túsundtals havdjórum. Enn verri er, at teir sjálvir luttaka í grindadrápi. Vit mugu stríðast ímóti djórapínsluni og ørskapinum, sum bólkurin umboðar, sigur Paul Watson.
Heri Joensen, sangari í Týr, hevur áður kjakast við Paul Watson um grindadráp, og Watson sigur, at sangarin førir propaganda fyri grindadrápi í samrøðum og á Facebook. Eisini vísir Watson á, at Heri Joensen hevur dripið meira enn 100 seyðir.
– Steðgið Týr, steðgið grindadrápi, sigur Paul Watson í sínari áheitan.
Týr skal í mai spæla 22 konsertir í USA og Kanada – eitt nú í býum sum New York, Los Angeles, Dallas, San Diego, Seattle og Toronto. Konsertferðin byrjar í Brooklyn 5. mai og endar í Reading 30. mai.