Hósdagin savnast Sea Shepherd felagsskapurin í Hetlandi, har tey skulu gera klárt til Føroyaferð, og dagin eftir roknar Paul Watson við, at hann er í føroyskum sjóøki aftur.
Við sær hevur Paul Watson 40 fólk úr 18 ymiskum londum, og tvey skip skulu føra hesi fólk til Føroya. Filmslið er við umborð, og ferðin til Føroya skal brúkast sum nýggj sjónvarpsrøð um grindakríggið – Whale Wars – hjá Sea Shepherd.
- Vit koma til Føroya fyri at gera alt tað, sum vit kunnu, fyri at steðga grindadrápinum, sigur Paul Watson við Sosialin í dag.
- Tá ið tað ikki er nóg mikið at tosa og mótmæla, hava vit einki annað val enn at leggja uppí sjálvt grindadrápið, sigur hann.
Leggur trýst á Danmark
Í nýggja átakinum hjá Sea Shepherd spælir Danmark ein týðandi leiklut, tí Sea Shepherd vil leggja trýst á Danmark fyri at steðga grindadrápinum í Føroyum.
Boðskapurin frá Sea Shepherd er, at Danmark er við í ES, og tí skulu danir steðga ólógliga grindadrápinum í Føroyum, sum Sea Shepher tekur til.
- Tað eru í grundini ikki føroyingar, sum bróta altjóða lóg, men danir, og tí ætla vit at leggja enn størri trýst á danskar myndugleikar fyri at steðga grindadrápinum í Føroyum, sigur Paul Watson.
Ræðist ikki politi og sjóverju
Løgreglan hevur í eina tíð fyrireikað seg til, at umhvørvisfólk koma til Føroya í summar, og útgerð er flutt til Føroya, so at tað ber til at taka stríðið upp við mótmælisfólkini, skuldi tað verið neyðugt.
Paul Watson sigur seg ikki ræðast løgreglu ella sjóverju.
- Eg vóni, at danska løgreglan og sjóverjuna leggur upp í. Vit ynskja okkum, at danir verða partur av hesum stríðnum, tí tað eru júst teir, sum vit vilja leggja trýst á. Og tað er gott fyri okkara sjónvarpssendingar, at løgreglan og sjóverjan verða við í stríðnum, sigur Paul Watson.
Tú hevur áður roynt at steðga grindadrápinum, men tað hevur ikki eydnast. Hvørjum roknar tú við hesaferð?
- Vit ætla at gera tað, sum stendur í okkara makt fyri at steðga grindadrápinum. Vit brúka alla okkara orku uppá hetta, og so fáa vit at síggja, hvørjum tað endar við.
Ræða grindina burtur
Sea Shepherd skipini Steve Irwin og Bridget Bardot koma til Føroya, og umframt 40 fólk sigur Sea Shepherd seg eisini hava útgerð við, sum skal brúkast til at ræða grindahvalir burtur frá Føroyum.
Hetta er eitt slag av sendarum, sum skulu søkkjast í havið kring Føroyar og senda ávarandi ljóð til grindahvalirnar. Um slík útgerð verulig finst og kann brúkast til nakað, er eingin váttan fyri.
Men í øllum førum er nú meira ella minni vissa fyri, at Paul Watson leggur upp til veruligt grindastríð í Føroyum komandi vikurnar.
myndatekstur:
ROK
- Eg vóni, at danska løgreglan og sjóverjuna leggur upp í. Vit ynskja okkum, at danir verða partur av hesum stríðnum, tí tað eru júst teir, sum vit vilja leggja trýst á, sigur Paul Watson









