Sea Shepherd leiðarin, Paul Watson, mælir enn einaferð fólk til at boykotta føroyskan fissk og laks fyri at steðga grindadrápi.
Watson hevur áður roynt samantvinna týdningarmestu føroysku útflutningsvøruna við grindadráp, og nú roynir hann aftur. Serliga fer hann eftir alilaksi í hesum umfari.
Hann biður fólk um at boða sínum lokala handli frá, at um tey selja føroyskan alilaks, stuðla tey upp undir føroyska grindadrápið.
Sea Shepherd hevur í løtuni fólk í Føroyum at fylgja við grindadrápi. Tey mótmæla ikki og leggja ikki uppí, sum tey áður hava gjørt. Nú taka tey myndir og filma, og síðani verður tilfarið latið miðlum kring heimin at brúka. Hugsanin er, at blóðugar drápsmyndir eru eitt sterkt vápn ímóti grindadrápi.










