Watson aftur fingið bót

Løgreglan hevur nú givið Paul Watson eina bót á hundraðtúsund krónur fyri brot á útlendingalógina

John Johannessen


Bretska løgreglan handaði mikudagin Paul Watson eina bót á 100.00 krónur fyri at hava brotið forboðið frá føroysku myndugleikunum fyri at koma inn um føroyska territorialmarkið.

Watson lá við skipi sínum, Ocean Warrior, í havnini í Lerwic, tá hann fekk bótina.

Hetta var tann næsta bótin, Paul Watson fekk frá føroysku mynugleikunum seinastu dagarnar. Fyrstu bótina fekk hann 9. juni. Tá var orsøkin til bótina tann sama. Paul Watson var ólógliga komin inn um føroyska territorialmarkið.

Men Watson helt kortini á at koma inn um markið, hóast hann hevði fingið forboð fyri hesum, til hann týskvøldið fór til Hetlands.

Tí setti føroyska løgreglan seg í samband við Interpool, soleiðis, at bretska løgreglan kundi geva Watson enn eina bót frá føroysku myndugleikunum, tá hann kom í havn í Lerwic.ig;ddin er so umráðandi. Tí tað er sera tungt at hanga í einum enda einastaðni í miðum sjógvi, meðan streymurin alla tíðina vil fara avstað við tær. Tí er umráðandi, at rímiliga friðaligt eisini er upp og niður.

Bíðað varð í spenningi fyri at vita, um teir kanska høvdu onkran lut uppi á sær, tá teir komu. Men so var ikki.

Tó so, teir høvdu funnið ein borðisk, sum teir høvdu tikið, men vóru so óhepnir, at teir mistu hann, meðan teir steðgaðu á einastaðni á veg upp.

Slíkt hendir, og verður bara tikið við í ætlanina sum tað, tað er, segði verkætlanarleiðarin og ypti øksl.


Dreymurin

Hetta var bara dreymurin, sum gekk út, sigur Heri Andreasen, sum er tann, ið leiðir verkætlanina við Jólaskipinum.

Hann sigur, at ætlan teirra frá fyrstan tíð var at finna skipið og filma tað. Bar so til at fáa eitthvørt upp av skipinum, var hetta bara ein frálíkur síðuvinningur at fáa.

Og vinningin hava teir nú fingið, fegnast hann um. Tó verður farið einaferð aftrat niður aftur, áðrenn givist verður á hesum sinni. So er spenningurin mest um, hvørt teir finna klokkuna ella ikki.

Ein kassa hava teir sæð, sum teir hava verið serliga áhugaðir í at fáa latið upp. Tosað hevur verið um, hvørt tað mundi vera ein pengakassi. men tað heldur Heri Andrasen ikki, at tað er. Hesin kassin líkist nógv teimum lóðurkassunum, teir hava sæð á trolaranum Lincoln City, sum varð bumbaður og sakk í Nólsoyarfirði. Og tí verður mett, at í hesum kassanum eisini er lóður, sigur hann.

Menn koma upp aftur ein fyri og annar eftir. Teir verða tiknir inn, og útgerðin loyst av teimum. Tó sleppa teir ikki luftslangunum heilt, men verða liggjandi slættir eina góða løtu við lungaautomatunum tilsettum.

Men so er eisini tíð at fegnast um fongin. Og tað gera teir veruliga. Ynskja hvør øðrum tillukku og verða avmyndaðir.

Meðan bíðað hevur verið eftir, at kavararnir skuldu koma uppaftur, hevur fólkið á skipinum havt tíð at fingið sær ein bita og hugt at umstøðunum annars. Skaddan á Havnartindi er bara síðkað, og nú eru glaður at síggja inn móti Viðoynni.

Tosað varð um, at tað var kanska eitt sindur langligt at ganga her fyri einki. Rættari hevði verið at havt snørið við. Men tað gerst einki við tað nú.

At kavingin í Fugloyarfirði hevur áhuga millum fólk sást, tá komið varð aftur at landi. So hvørt sum Dragaberg tók seg norður gjøgnum Hvannasund, vaks mannamúgvan á bryggjuni í Norðdepli. Og tá lagt varð at, var bryggjan loðin av fólki.

Tey vildu síggja og meta um, hvat tað var, sum funnið var. Hvussu tað sá út, og um tað mundi hava nakað virði.