Altjóða løgreglusamstarvið Interpol eftirlýsir nú Sea Shepherd-stovnaran Paul Watson, sum flýddi úr Týsklandi í síðsta mánað eftir at hava verið í varðhaldi har síðani í mai.
Myndugleikarnir í Costa Rica høvdu biðið um at fáa Paul Watson útflýggjaðan í sambandi við eitt átak hjá Sea Shepherd ímóti ólógligum hávafiskiskapi úti fyri Miðamerika fyri 10 árum síðani. Týski rætturin gjørdi av at lata Watson leysan ímóti 250.000 evrum í trygd. Hann skuldi kortini venda sær til løgregluna tvær ferðir um dagin, men ein dagin hvarv hann brádliga.
Seinni fekk rætturin bræv frá sakføraranum hjá Watson, har tað stóð, at Watson var farin úr Týsklandi.