Watford fekk ikki serliga langa tilveru í bestu ensku deildini. Eftir at teir í fjør fluttu upp í Premier League, eru teir longu nú fluttir niður í næstbestu deildina aftur. Tríggir dystir eru eftir at leika, men stigarmunurin uppá 11 stig ger tað ómøguligt hjá Watford at røkka yvirlivingini.
Peningaliga hevur árið tó ikki verið tað ringasta hjá felagnum. Fyrr í ár seldu teir stórtalentið Ashley Young til Aston Villa. Ein søla, ið gav felagnum 100 milliónir krónur í kassan.