Sunnudagin var finalan um uppflyting til Premier League spæld í Cardiff. Watford og Leeds spældu ímóti hvørjum øðrum, og hetta eru tvey feløg, sum áður hava spælt nógv í bestu ensku fótbóltsdeildini. Dysturin sunnudagin endaði eitt sindur óvænta við, at Watford vann 3-0. Teir komu á odda 1-0 í hálvleikinum, og so hvørt sum Leeds satsaði meira fyri at javna, økti Watford um leiðsluna. Tað eru liðin seks ár, síðani Watford seinast spældi í Premier League.