Washington Post sparir

Fíggjarkreppan hevur fingið tað stóra amerikanska blaðið Washington Post at repa seglini, og í gjár kunngjørdi leiðslan, at hon hevur gjørt av at steingja tær seinastu lokalu deildirnar uttan fyri sjálvan høvuðsstaðin. Talan er um deildirnar í Chicago, Los Angeles og New York, sum lata aftur gamlaárskvøld.

Washington Post er tað fimmtistørsta dagblaðið í USA. Vanligar dagar kemur blaðið úr í 582.000 eintøkum, men sunnudag er upplagið oman fyri 800.000.

Í seinastuni hava fleiri amerikanskir fjølmiðlar sagt fólki úr starvi sum lið í at spara rakstrarútreiðslur, skrivar AP úr Washington.