Washington góðtekur ikki sigurin hjá Chavez

Amerikanska stjórnin sýtir fyri at góðtaka úrslitið av fólkaatkvøðuni í Venesuela sunnudagin, tá meirilutin av veljarunum atkvøddi fyri Hugo Chavez, forseta

Hóast altjóða valeygleiðarar við fyrrverandi amerikanska forsetanum Jimmy Carter á odda hava sagt, at Hugo Chavez, forseti, vann fólkaatkvøðuna, krevur USA, at úrslitið verður kannað.

Andstøðan í Venesuela leggur forsetan og myndugleikarnar undir svik, og tað hevur fingið stjórnina í Washington at krevja kanningina.

-Vit taka til eftirtektar, at valeygleiðararnir siga alt vera í lagi, men vit hava eisini tikið til eftirtektar, at andstøðan hevur eina aðra uppfatan av úrslitinum, segði talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Tom Casey, í gjár. Hann legði afturat, at tað hevði verið rætt at kanna úrslitið, so venesuelar og øll onnur kunnu greitt fáa at vita, hvussu úrslitið var.

Fleiri latínamerikonsk lond hava kunngjørt, at tey góðtaka úrslitið av fólkaatkvøðuni. ES hevur ikki gjørt beinleiðis viðmerkingar til sjálvt úrslitið, men ES-nevndin hevur sambært AFP sagt, at fólkaatkvøðan var ein sigur fyri demokratiið í Venesuela.

Sambært almennu valnevndini atkvøddu góð 58 prosent av veljarunum fyri, at Hugo Chavez verður sitandi í forsetaembætinum. Sløk 42 prosent atkvøddu ímóti.