Í 1959 keypti Andy Warhol eini hús á Lexinton Avenue í New York fyri 341.000 krónur. Nú eru húsini aftur til sølu, og tú kanst keypa tey fyri 33 milliónir krónur.
Andy Warhol, sum var listamaður og hevur gjørt heimskend verk, búði í 15 ár saman við mammu síni í húsunum. Húsini, sum ikki eru serliga stór, eru í fimm hæddum, og í niðastu hæddini hevði Warhol atelier, har hann framleiddi og seinni goymdi síni verk.
Sambært New York Times verða húsini roknað sum fyrsta listaverksmiðjan hjá Warhol, og har vóru eitt nú hansara verk av suppudósum og bananum framleidd.
Virða Warhol
Sambært James Warhola, sum er skyldmaður hjá Warhol, búðu eitt skifti 25 kettur, sum allar vórðu kallaðar Sam, í húsunum.
Síðani Andy Warhol flutti úr húsunum, hevur tað havt tveir ymiskar eigarar og er sett í stand. Seinastu eigararnir hongdu verk hjá Warhol upp í húsinum fyri at virða og varðveita Warhol-andan í húsunum.
Eigararnir hava tó ikki latið húsini upp fyri fjepparum ella almenningi, men húsameklarin Lawrance Comroe, sum stendur fyri søluni, sigur, at nýggi eigarin skal virða, at húsið hevur tilknýti til Andy Warhol og hansara list.










