Flest øll munnu kenna brøðurnar, ið nú aftur fara at royna seg sum venjarar, sum eitt av fremstu dómarapørunum í Føroyum.
Uni og Hannis hava báðir drúgvar royndir sum venjarar, bæði í fremstu deildunum, har teir millum annað hava staðið á odda fyri fremsta mansliðnum hjá H71, umframt at teir í nógv ár eisini hava verið ungdómsvenjarar. Báðir hava teir eisini í nógv ár sjálvir verið leikarar á besta mansliðnum hjá Kyndli.
Afturat sær hava venjararnir Hans Mikkelsen, fysiskan venjara, og kvinnurnar eru longu farnar í gongd við fysisku venjingina.










