Wall Street minni fall enn væntað

Sum væntað fullu kursirnir, tá virðisbrævamarknaðurin í Wall Street í New York læt upp seinnapartin, men fallið var tó ikki so stórt, sum fleiri greinarar høvdu væntað aftan á avgerðina hjá Standard & Poor's at seta amerikanska kreditvirðið niður.

Teir fyrstu 15 minuttirnar fall Dow Jones-vísitalið fall 1,3 prosent til 11.267,05 stig.

Danska tíðindakvinnan Sara Sjølin, sum arbeiðir í New York, sigur við danska kringvarpið, at fallið var minni enn væntað, men hon leggur afturat, at lítið skal til fyri at broyta kursirnar hvønn vegin.

-Bara tey minstu jaligu tíðindini kunnu fáa virðið at veksa aftur og øvugt, um tað eru vánalig tíðindi. Tað avgerandi er, um stjórnin tekur nakað stig til at hjálpa búskapinum, nú landsins kreditvirði er minkað, sigur Sara Sjølin við DR.