Wall Street Journal rósir Noregi

Tað kenda amerikanska fíggjarblaðið, Wall Street Journal sparir ikki uppá tey rósandi orðini, tá blaðið umrøður søguligi avrikini hjá Noregi í vetrarolympiskum høpi. Blaðið nevnir avrikini ”The Mystery of Norway” - loynidómurin hjá Noregi. Wall Street Journal hevur givið gætur, at Noreg higartil hevur vunnið 298 OL-heiðursmerki á vetrarleikunum, og tað er sambært Wall Street Journal ein risafongur, tá ein hugsar um, at tað búgva bert 4,7 miljónir fólk í Noregi. USA sum hevur yvir 300 miljónir íbúgvar hevur vunnið 242 OL-heiðursmerki, 56 færri enn Noreg, og tað heldur Wall Street Journal verað merkisvert. Blaðið skrivar, at fólkatalið í Noregi kann sammetast við fólkatalið í Detroit, og at tað tí er talan um eitt norskt megnaravrik.