Walisiski ítróttarmálaráðharrin krevur walisiska tjóðsangin spældan áðrenn FA-Cup finaluna

FA-Cup finalan verður sjáldsom og søgulig á mangan hátt. Fyri fyrstu ferð síðani 1939 er Portsmouth í finaluni, og fyri fyrstu ferð síðani 1927 er Cardiff í FA-Cup finaluni. Cardiff er eitt av fýra walisiskum fótbóltsliðum, sum enn leika í enska ligakervinum. Hini trý feløgini eru Swansea, Wrexham og Merthyr Tydfil, sum leikar í ensku 6. deild. Tað, at eitt enskt og eitt waliskt lið møtast í finaluni hevur vakt serlig krøv. Walisiski ítróttarmálaráðharrin heldur, at tað er sjálvsagt, at bæði enski tjóðsangurin ?God save the Queen?, og walisiski tjóðsangurin ?Land of My Fathers? skulu spælast áðrenn finaluna. Tað er annars siður, at bert ?God save the Queen? verður spældur áðrenn FA-Cup finaluna. Rhodri Glyn Thomas sigur: ?Eg vóni, at FA (enska fótbóltssambandið red.) eru nóg umhugsnir, tí vónbrotið verður sára stórt í Wales, um walisiski tjóðsangurin ikki verður spældur áðrenn FA-Cup finaluna.? Enska fótbóltssambandið viðger málið, men hevur enn ikki boðað frá nakrari endaligari niðurstøðu í málinum. Cardiff fer annars at leika í svørtum og gulum, eins og teir gjørdu tað í fjórðingsfinaluni ímóti Middlesbrough, og í hálvfinaluni ímóti Barnsley. Teir leiktu í somu litum í FA-Cup finaluní í 1927. Siðir hava nógv at siga í fótbólti. Í 1927 ynskti George V kongur Bretlands, at tvey vers úr sálminum ?Abide with Me? skuldu syngjast áðrenn FA-Cup finaluna. Henda siðin hevur FA hildið fast við, hóast krøv frá ateistum og humanistum at droppa sálmasangin, áðrenn FA-Cup finaluna.