Walisar hava stórt sjálvsálit

Hóast teir ikki hava spælt í tveir mánaðir, so er sjálvsálitið stórt, sigur venjarin hjá TNS úr Wales

Í kvøld klokkan 19 fer B36 at taka fyrsta fetið í nýggju europeisku meistarakappingini. Tað verður á Tórsvølli, har The New Saints ella TNS úr Wales verður mótstøðuliðið.

Talan er um fulltíðar yrkisspælarar. Walisiska landskappingin var liðug fyrst í mai, og liðið hevur ikki verið í týdningarmiklum dysti síðani tá. Hóast dystarvenjingin kundi verið betri, og mótstøðuliðið er topplið í føroysku kappingini, so hevur venjarin, Craig Harrison, álit á sínum monnum, at teir megna at fara úr Føroyum við so mikið góðum úrsliti, at teir um eina viku fara at tryggja sær pláss í øðrum innleiðandi umfari:

-Spælararnir hava fyrireikað seg ógvuliga væl, og teir hvíla í, at avrikið verður gott. Sjálvandi er B36 hóttan á heimavølli, men vit hava ein sera góðan hóp, sum eg hava fult álit á fer at megna hesa avbjóðingina, sigur Craig Harrison, og hann heldur fram:

-At spæla í europeisku meistarakappingini er nakað heilt serstakt. Vit vóna, at tað fer at eydnast okkum at spæla í øðrum innleiðandi umfari, og at vit fara at røkka uppaftur longri enn so.

Walisiska liðið kom til Havnar mánakvøldið, og í gjárkvøldið vandi TNS á Tórsvølli.

Walisisku og eisini aðrir bretskir miðlar gera nógv burturúr, at 24 ára gamli Adrian Cieslewicz í kvøld skal spæla ímóti 27 ára gamla beiggja sínum Lukasz Cieslewicz. BBC hevur havt samrøðu við Adrian, sum tað ber til at hoyra aðra staðni á in.fo.