Walesa ikki boðin til hátíðarhald

Nógvir póllendingar eru í øðini inn á landsins forseta, Lech Kaczynski, tí hann hevur ikki boðið fyrrverandi fakfelagshetjuni og forsetanum Lech Walesa við til eitt hátíðarhald, sum verður hildið í sambandi við, at 90 ár eru liðin, síðan Pólland fekk sjálvræði.

Lech Kaczynski hevur boðið leiðarunum í teimum flestu grannalondunum umframt øðrum leiðarum til hátíðarhaldið. Teirra millum eru týski kanslarin, Angela Merkel, ukrainski forsetin, Viktor Jusstsjenko, og av meiri fjarskotnum leiðum kemur afghanski forsetin, Hamid Karzai.

Men Lech Walesa stendur ikki á gestalistanum, og tað hevur fingið fleiri polskar politikarar at finnast at vali forsetans. Eitt nú hevur uttanríkisráðharrin, Radek Sikorski, gjørt greitt, at hann ætlar sær til hátíðarhaldið, men hann sigur, at tað verður trupult at greiða gestunum frá, hví tey ikki síggja Lech Walesa við borðið, og hví htey ikki kunnu fáa orð á fyrrverandi forsetan.