Wales í stórum stíli

Wales vann sannførandi ímóti Russlandi og steyk framvið Onglandi, sum bara fekk javnleik.

Seinasta og avgerandi umfar í EM-undanbólki B varð avgreitt í gjárkvøldið, har Ongland og Slovakia møttust, meðan Russland og Wales dystaðust samstundis í hinum dystinum í bólkinum. Trý av liðunum høvdu møguleika at spæla seg víðari sum eitt-ari, nevniliga Ongland, Wales og Slovakia.


Í dystinum ímillum Ongland og Slovakia var málfátækt. Slovakia hevði nakrar rímiligar málmøguleikar, men tað var Ongland, sum var greitt omaná í spælbýti. Serliga síðstu løtuna legði Ongland stórt trýst á Slovakia, men tað eydnaðist ikki at finna málið, og dysturin endaði sostatt 0-0.


Betur gekk hjá Wales ímóti Russlandi. Longu í 11. minutti legði Aaron Ramsey grannarnar hjá Onglandi á odda 1-0, og løtu seinni økti Neil Taylor til 2-0. Í seinna hálvleiki slapp Gareth Bale eisini upp í part – hann skoraði til endaliga úrslitið, 3-0, og hevur hann nú skotið mál í øllum trimum dystunum.


Úrslitini í gjárkvøldið hava við sær, at Wales fer víðari sum eitt-ari, meðan Ongland eisini sleppur víðari umvegis 2. plássið í bólkinum. Ongland og Wales skulu nú hitta nummar eitt og tvey í bólki F, har Portugal, Ísland, Ungarn og Eysturríki eru.