Wales hevur í kvøld so gott sum spælt seg víðari úr bólkaspælinum til EM-endaspælið. Wales vann 2-0 á Turkalandi, sum als ikki hevur fingið fótin fyri seg til endaspælið.
Wales kom á odda stutt fyri hálvleik. Sum ikki eina ferð, so var tað Gareth Bale, ið var upphavsmaður til eitt mál hjá Wales. Málskjútti var Aaron Ramsey. Tá ein tími var spældur fekk Wales brotsspark, sum Gareth Bale brendi upp á tað skammiligasta. Hann skjeyt langt uppum.
Tað gjørdi tó einki, tí Wales hevði tamarhald á dystinum. Upp til fleiri ferðir kundi Wales eisini havt avgjørt dystin, men tað var ikki fyrr enn fimm minuttir inni í yvirtíðini, at Gareth Bale aftur legði upp. Eftir hornaspark rak hann inn í brotsteigin og spældi Connor Roberts púra leysan. Hann skoraði til 2-0.
Hesin dysturin verður mettur sum ein tann besti í endaspælinum higartil. Wales spældi javnleik móti Sveis í fyrsta umfarinum og hevur nú fýra stig. Tað er so gott sum nokk til at tryggja sær víðari luttøku úr bólkaspælinum. Turkaland hevur nú tapt báðar dystirnar hjá sær samanlagt 5-0.
Bólkur A:
Turkaland – Wales 0-2 (0-1)
0-1 Aaron Ramsey, 42. min
0-2 Connor Roberts, 90+5.min