Waldheim deyður

Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kurt Waldheim er deyður. Hann var 88 ára gamal. Kurt Waldheim, sum var úr Eysturríki, var aðalskrivari í ST frá 1972 til 1981, men hansara umdømið bleiv merkt av, at hann hevði verið yvirmaður í týska herinum undir seinna heimsbardaga. Sum týskur hermaður gjørdi hann tænastu á Balkan og í Russlandi.

Fortíð hansara gjørdi, at tey seinastu árini kundi hann ikki ferðast tryggur uttanlands, og hann vitjaði næstan bara Vatikanið í Rom og tey arabisku londini í Miðeystri.

Kurt Waldheim var eysturríkskur forseti eitt skifti.