Saman við restini av liðnum hjá Arsenal hevur Theo Walcott verið í stórformi seinastu mánaðirnar.
Leygardagin var hann snúningsdepilin í álopinum, tá Arsenal vann 2-0 í FA-cup dystinum móti arvafíggindunum úr Tottenham.
Hann noyddist tó skaddur av vøllinum, og í dag hevur Arsenal váttað, at talan er um álvarsligan skaða. Walcott hevur nevnliga meitt sær krossbondini, og tí spælir hann í øllum førum ikki næsta hálva árið. Tað merkir eisini, at Walcott ikki verður við, tá Ongland í summar er partur av HM-endaspælinum í fótbólti.