Reuters sipaði til eini úttalilsi frá Prigozjin, sum er sent út gjøgnum boðtænastuna Telegram.
– Vit hava fingið lovað so nógv lóður og so nógv vápn, sum vit hava tørv á fyri at kunna halda fram við tiltøkunum, segði Prigozjin.
Sambært Wagner-stjóranum hevur stýrið í Russlandi lovað nóg mikið av vápnum, til at Wagner-bólkurin kann stríaðst víðari »í mánaðir«.
Einki var tó sagt um, hvørt Wagnar-bólkurin harvið fer at avlýsa fráboðaðu afturtøkuna úr Bakhmut.
/ritzau/