Seinasta leygardag, tá Wagner-leiðarin gjørdi uppreistur í Russlandi, vórðu russiskar hernaðartyrlur og eitt hernaðarflogfar av slagnum, Iljusjin Il-22M, skotið niður.
Tað veit bretska fregnartænastan at siga í morgun.
- Il-22M er ein partur av einum lutfalsliga lítlum flota, ið snýr seg um í mesta lagi 12 loftfør, sum sambært bretum í stóran mun verða brúkt til kommando og eftirlit í luftini.
Sagt verður, at hesi lyklaflogfør spæla ein stóran leiklut í samband við at skipa russisku herdeildirnar í krígnum í Ukraina.
Hetta er flogfør, sum hava stórt virði, og tí hava tey serliga havt sítt virksemi í russiskum loftrúmi - og langt burtur frá ukrainsku loftverjuskipanunum.
Bretska fregnartænastan sigur, at missurin av einum slíkum flogfari helst fer at hava avleiðingar fyri russisku átøkini og krígsførsluna í luftini og á hermótinum í Ukraina.
##med2##