Wagner sigur seg hava tikið eina bygd aftrat

Tað gongur ikki væl hjá russiska herinum í Ukraina, nú herurin líka sum roynir at siga, at teir av og á taka ræðið í onkrari bygd har eysturi í landinum.

Wagner, sum ofta verður umrøddur sum privati herurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sigur seg hava tikið eina nýggja bygd.

 

Talan skal vera um bygdina, Jahidne, sum liggur beint norðanfyri Bakhmut har eysturi í Ukraina.

 

Tað er leiðarin av Wagner-herinum, Jevgenij Prigozjin (mynd), sum í dag ber hesi tíðindi, sum tó ikki eru váttað av óheftum keldum.

 

Í gjár, fríggjadagin, segði Wagner-herurin, at teir høvdu tikið bygdina, Berkhivka, sum eisini liggur norðanfyri Bakhmut.

 

Harðir og blóðugir bardagar hava leingi verið millum russiskar og ukrainskar deildir um býin, Bakhmut, og her hava nógvir hermenn latið lív.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at harðir bardagar hava verið um býin í meira enn tveir mánaðir.

 

Ukrainsku myndugleikarnir hava heitt á fólk í  Bakhmut um at flýggja. Her búðu í sínari tíð eini 70.000 fólk, men her er lítið eftir av sivilfólki.

 

Býurin hevur heldur ikki serliga stóran strategiskan týdning - í øllum førum ikki í mun til alt herfólkið, sum hevur latið lív í bardøgum um býin.

 

Tað gongur ikki væl hjá russiska herinum í Ukraina, nú herurin líka sum roynir at siga, at teir av og á taka ræðið í onkrari bygd har eysturi í landinum.