Wagner-deildirnar hava mist 30.000 herfólk

- Hvønn dag missa vit í hundraðatali av herfólki. Hetta tal kundi verið helvtina minni, um vit fingu vápnaveitingar, lóður og ymiskt annað, sum okkum tørvar.

Jevgenij Prigozjin leiðir Wagner deildirnar og er ein av vinunum hjá Vladimir Putin. Myndin er tikin í 2010.

Wagner-deildirnar hjá Jevgenij Prigozjin hava mist 30.000 hermenn, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør.

 

Tað siga tey á tíðindafundi í Hvítu Húsunum, og tað er tíðindastovan Reuters, sum í kvøld endurgevur talskvinnuna, Karine Jean-Pierre.

 

Wagner-deildirnar, sum berjast á russiskari síðu, hava sambært ukrainskum myndugleikum verið fyri stórum tapum um býin, Bakhmut.

 

Hildið verður, at deildirnar hjá Jevgenij Prigozjin hava mist nógv fólk í bardøgum við ukrainsku herdeildirnar.

 

Fyrr í dag skulu umboð fyri Wagner-deildirnar hava sagt, at teimum vantar útgerð til herfólkini.

 

Hvønn dag missa Wagner-deildirnar í hundraðatali av herfólki.

 

- Hetta tal kundi verið helvtina minni, um vit fingu vápnaveitingar, lóður og ymiskt annað, sum okkum tørvar, skulu umboð fyri Wagner hava sagt. 

 

 

 

 

 

Jevgenij Prigozjin leiðir Wagner deildirnar og er ein av vinunum hjá Vladimir Putin. Myndin er tikin í 2010.