Wagner eru leiguhermenn, og tað er Jevgenij Prigozjin, sum stendur á odda fyri herliðunum, sum berjast á russiskari síðu í Ukraina.
Sum skilst, eru tað serliga hermenn hjá Wagner, sum í fleiri mánaðir hava verið í hørðum bardøgum við ukrainar um býin, Bakhmut, sum russar framvegis ikki hava fult ræði á.
Jevgenij Prigozjin hevur sagt, at uttan veitingar við lóðuri og vápnum, er støðan í Bakhmut hin vísi deyði fyri hansara herlið, og tí hótti hann um dagarnar við at taka herdeildir sínar aftur úr býnum.
Wagner-leiðarin hevur givið ilt av sær mótvegis russiska verjumálaráðharranum, Sergej Sjojgu, og leiðaranum fyri russisku herdeildunum í Ukraina, Valerij Gerasimov.
Jevgenij Prigozjin hevur lagt teir báðar undir ikki at vilja geva hermonnum hansara, sum stríðast í Bakhmut, nóg mikið av lóðuri og vápnum.
Men, í dag sigur Wagner-leiðarin, at nú er líkt til, at herliðini byrja at fáa meira lóður til bardagan.
Bardagin um Bakhmut, sum fyri kríggið var ein býur við stívliga 70.000 íbúgvum, verður mettur at vera hin blóðugasti, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør.
Flestu íbúgvar í býnum eru flýddir, og stórur partur av Bakhmut er í knúsi. Mett verður, at bæði Russland og Ukraina hava mist nógv fólk í bardaganum um býin.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
##med2##











