Wacken Metal Battle Føroyar fyri seinastu ferð

Tiltakið verður 28. mars 2020 í Sjónleikarhúsinum, har føroyskir tungmálmsbólkar fáa høvi at kappast um møguleikan at umboða Føroyar í altjóða Wacken Metal Battle kappingini

Nú verður Wacken Metal Battle aftur í Føroyum. Hetta verður sættu og seinastu ferð, at kappingin verður hildin í Føroyum. Orsøkin til hetta er, at so nógv lond nú eru komin við í kappingina, at lond verða løgd saman. Framyvir verða Føroyar, Ísland og Danmark løgd saman sum ein luttakandi eind.

Tiltakið verður 28. mars 2020 í Sjónleikarhúsinum, har føroyskir tungmálmsbólkar fáa høvi at kappast um møguleikan at umboða Føroyar í altjóða Wacken Metal Battle kappingini, sum verður hildin á Wacken Open Air festivalinum í Týsklandi í august 2020. Wacken Open Air verður mettur sum ein hin størsti tungmálmsfestivalurin í heiminum. Til finaluna kappast vinnarabólkar úr 30 ymiskum londum um at vinna altjóða kappingina. 60 lond eru við í kappingini og skiftast um at vera við. Í 2012 vann bólkurin Hamferð altjóða finaluna í Týsklandi eftir at hava vunnið Wacken Metal Battle Føroyar sama ár.

Treytirnar fyri at luttaka í kappingini eru, at luttakandi bólkar spæla tungmálm, spæla egið tilfar, og at bólkarnir ikki er bundin at einum fløgusáttmála. Fyrrverandi vinnarar sleppa heldur ikki at luttaka aftur í kappingini.

Dómsnevndin verður, eins og undanfarin ár, mannað av útlendskum yrkisfólki innan tungmálmsvinnuna í Evropa og serliga Skandinavia. Enn verður ikki avdúkað, hvørji hesi eru.