Würth Danmark bleiv stovnað í 1964 og starvast í dag um 400 fólk. Síðan 1998 hevur Würth Danmark A/S havt eitt umboð í Føroyum. Talan er um Claus Christensen í Havn, sum hevur ferðast kring landið sum sølumaður síð-an 1998. Claus hevur starvast hjá Würth Dan-mark A/S síðan 1994. Fyrsta apríl í ár varð Bernhard Jacobsen á Eiði eisini settur í starv sum sølumaður í Føroyum. Teirra kundar eru serliga fyritøkur í bil, metal, el og byggivinnuni.
ORSY mobil system
Nú bjóðar Würth seg eisini fram við einum nýggjum "ORSY mobil" systemi til innrætting av øllum sløgum av vøru- og arbeiðsbilum. "ORSY" stendur fyri "Orden og System". Endamálið er at hava skil og ordan í tingunum í bilinum, eins og á goymsluni ella á verkstaðnum. "ORSY" er gjørt í modulum, ið kunnu innrættast, alt eftir hvat bilurin verður brúktur til.
Við hjálp av CAD-tøknini (Computer Aided Design) kunnu teir við telduni tekna eina skræddara-seymaða loysn til innrætt-ing av arbeiðsbilinum. Tá kundin hevur útfylt eitt skema, har hann sigur hvat slag bilurin er, hvussu hann ynskir at bilurin skal verða innrættaður, og hvat hann skal brúkast til, fær hann eitt telduteknað uppskot frá Würth, um hvussu innrættingin kann síggja út.
Áhugaði kunnu venda sær til Claus Christensen telefon 225017 ella teldupost claus@post.olivant.fo