Í døgunum frá 15. til 17. apríl verður Würth messa á Hjalla 7a í Hoyvík. Vit fara at sýna fram eitt stórt úrval av tí, sum vit selja innan okkara fýra høvuðsvinnur: auto, metal, el og træ. Á messuni verður útgerð til m.a. bilverkstøð, motorsúkkluverkstøð, entreprenørar, maskinverkstøð, smiðjur, elektrikarar, installatørar, timburmenn, snikkarar, múrarar og málarar, eins og útgerð til ventilatión, radio og sjónvarp. Vit fara sjálvandi at hava nøkur sera góð messutilboð, sigur Claus Christensen, deildarstjóri hjá Würth í Føroyum, sum leggur afturat, at har eisini verður okkurt gott til matna.
Würth, sum bleiv stovnað í Týsklandi í 1945, er í dag ein heimsumfatandi fyritøka við umleið 40.000 starvsfólkum kring um í heiminum. Teir hava serkunnleika í framleiðslu av t.d. hond, luft og el-amboðum, kemiskum produktum, goymsluloysnum, skrúvum og møtrikum v.m.
Würth Føroyar serviserar alla ta føroysku handverkarabransjuna hvønn gerandisdag alt árið.
Würth hevur umleið 1000 kundar í Føroyum .
Messan, sum verður í bygninginum yvirav Vøruhúsinum á Hjalla, letur upp hósdagin kl. 15 og verður opin hósdagin og fríggjadagin frá kl. 9-18 og leygardagin frá kl. 10-16. Ókeypis atgongd.










