Seinast í marts mánaði í 1976 hendi eitt sjáldsamt óhapp umborð á bilferjuni Trónda, ið var á veg úr Havn inn á Skálafjørðin. So ringur sjógvur var, at ein av bilunum á dekkinum, ein VW Transporter lastbilur, lastaður við eplum, datt á liðina. Av tí at motorurin er aftan, undir lastini, er lastin lutfalsliga ovarlaga. Tá tyngdarpunktið er ovarlaga og bilurin væl lastaður, skal ikki so nogv til at eitt slíkt óhapp kann henda í ringum veðrið. Tíbetur varð eingin mannskaði.