VW Transporter ? dekoreraður av Goodyear

Hósdagin í síðstu viku lat Bilasølan hjá Øssur Johannesen ein nýggjan VW Transporter, ið var dekoreraður í Danmark, í samráð við Goodyear Danmark, til Super Dekk í Havn

Dekksølan, Super Dekk, fekk í síðstu viku ein nýggjan VW Transporter, ið ætlanin er at brúka til at koyra við vørum hjá fyritøkuni og til lættari tænastuuppgávur. Bilurin er ein Transporter vørubilur við 2.5 litur TDI turbodiesel motori og 102 hk. Trans-portarin er dekoreraður í samráð við Goodyear Danmark. Hann hevur 17" alufelgur við dekkstøddini 235/45-17 og sjálvandi eisini við nýggjastu Goodyear F-1 dekkunum. Bilurin hevur dragihurðar á báðum síðum og er lakkeraður í originala Goodyear litinum.
1. juli fær Super Dekk vitjan av tveimum Goodyear sølustjórum, Kenneth Saust og Flemming Christensen, ið báðir hava stóran áhuga í Ellisakførum og hava gamlar bilar sum sítt frítiðarítriv.